Innandura arkitektur & visuell marknaðarføring
Vit eita Heidi Mortensen og Elsa Hansen og saman hava vit virkið ATLANTA. Saman kunnu vit bjóða eina heildarloysn, sum fevnir frá fyrstu hugskotum til endaliga úrslitið.
Hvørjar eru vit
Visuell marknaðarføring & dekoration
Elsa hevur útbúgving í visuellari marknaðarføring, sum er ein víðari útbúgving frá tí vit vanliga rópa dekoratør. Við fleiri ára royndum innan økið hevur hon verið við at seta upp alt frá handilshølum og vørum, til brúdleyp, konsertir og barnaføðingardagar. Elsa kann ráðgeva tær, sum ynskir at fáa eitthvørt at standa fram í einum nýggjum ljósi.
Innandura arkitektur & sniðgáva
Heidi er innandura arkitektur og sniðgevi og hevur lisið og arbeitt í suður Spania í fleiri ár. Heidi bjóðar ráðgeving heima hjá tær, sum ynskir eina broyting heima. Eisini teknar hon hús, bæði innan og uttan, og ger húsatekningar klárar til at søkja um byggiloyvi ella umbygging.
Saman kunnu vit bjóða eina heildarloysn, sum fevnir frá fyrstu hugskotum til endaliga úrslitið.
Hvat vit gera
Innandura sniðgáva
Ráðgeving og hugskot til innrætning, uppseta til myndatøku, og húsatekningar til byggiloyvi.
Visuell marknaðarføring
Uppsetning og dekoration fyri handilshøli, vørur, veitslur og tiltøk.
Organisering
Hjálp við at fáa skipan á heiminum og arbeiðstaðnum — einki er ov stórt ella ov lítið.
Veitslur
Dekoration og uppsetning til brúdleyp, tiltøk og veitslur.
01 — Tænasta
Vilt tú síggja títt heim í nýggjum ljósi, fáa eitt lítið lyft til innrættan, ella ummøblera tað tú longu eigur? Vit hjálpa og ráðgeva tær við støði í tínum hugskotum og stíli, soleiðis at úrslitið verður heilt serligt fyri teg.
Skalt tú selja og ynskir at myndir av heiminum hjá tær skulu skarða framúr? Vit koma inn og uppstilla títt heim til myndatøku.
Ætlar tú at innrætta eina íbúð, kjallara, ella eini heil hús til stutt tíðar útleigan, so er týdningarmikið at har er alt, sum tínir gestir hava brúk fyri. Vit innrætta og hjálpa við innkeypi av møblum, køkstingum, handklæðum, seingjarklæðum og øllum tí sum skal til fyri at hava eitt væleydnað leigumál.
Skalt tú byggja um, byggja til ella byggja nýtt? Vit gera húsatekningar, sum eru klárar at senda inn til byggiloyvi.
02 — Tænasta
Elsa hevur breiðar royndir við at seta upp og dekorera til ymisk tiltøk — alt frá handilshølum og vørum til brúdleyp, konsertir og barnaføðingardagar. Hon kann hjálpa tær at fáa eitthvørt at standa serkenniligt fram.
03 — Tænasta
Vit hjálpa tær við at fáa skipan á heiminum, arbeiðsstaðnum ella annað — stórt sum lítið. Tak samband við okkum, og vit finna ein leið saman.
04 — Tænasta
Elsa setur upp og dekorerar til brúdleyp, tiltøk og veitslur. Við eygum fyri smálutum og einum serstakan stíl, skapar hon heildarloysnir, sum geva hvørjum tiltaki ein serligan karakter.
Tak samband
Innandura arkitektur & sniðgáva
Innandura arkitektur og sniðgevi
heidi@atlanta.fo 79 00 50Visuell marknaðarføring & dekoration
Visuell marknaðarføring og dekoration
elsa@atlanta.fo 50 80 10Undir Kongavarða 118
160 Argir, Føroyar
Mánadag–Fríggjadag: 9:00–16:00
Leygardag & Sunnudag: Stongt